Formaðurin heldur fram

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Á ársaðalfundinum var nevndin í Føroya Lærarafelag afturvald.

Fyrsti nevndarfundurin eftir aðalfundin var týsdagin 30. apríl, har fyrsta mál á skránni var at skipa nevndina. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: Jacob Eli S. Olsen
Næstformaður: Tórhallur við Gil, lærari í skúlanum við Løkin
Kassameistari: Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð
Skrivari: Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum
Nevndarlimur: Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Á aðalfundinum vórðu eisini tveir tiltakslimir valdir. 1. tiltakslimur er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum, og 2. tiltakslimur er Erla K. Róin, lærari í Eiðis skúla.

Kelda: Skúlablaðið