Formaðurin hjá B68: – Liðið hevur verið ov óstabilt
31.10.2026Í samrøðu við Brynjar J. Poulsen harmast formaðurin hjá B68, Jóhannus Danielsen, at B68 flytur niður í 1. deild. Liðið hevur havt nøkur flott avrik í farna kappingarári, men samlað hevur liðið verið ov óstabilt. Jóhannus greiðir eisini frá, at B68 leitar eftir einum nýggjum høvuðsvenjara, har málsetningurin er at flyta uppaftur í bestu deildina.