Formaðurin hjá Paula Mittún farin frá vegna dokumentarrøð á TV2

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Carl Christensen er ikki longur formaður í Team Sydhavsøerne.

Tað skrivar hondbóltsfelagið hjá Paula Mittún í stuttum boðum á heimasíðu sínari.

Formaðurin er farin frá alt fyri eitt.

Felagið skrivar, at hetta hendir, eftir at Carl Christiansen, eisini nevndur Køge-Calle, hevur verið við í sendingini “Den Sorte Svane”, sum verður víst á TV2, har hann tosar um, at hann hevur hvítvaskað pengar, og bjóðar seg eisini at gera tað umaftur í framtíðini.

Hann hevur eftirfylgjandi í samrøðu við TV2 víst aftur, at kenna moldvørpuna, sum TV2 brúkar í sendingini, men hevur annars ikki vent aftur, tá TV2 vil hava hann at útgreina tað meira, ið kemur fram í dokumentarrøðini.

Aðrir miðlar í Danmark hava eisini roynt at fingið fatur á Carl Christiansen, men tað hevur ikki eydnast.

Í dag frættist, at Carl Christiansen hevur – í kjalarvørrinum av sendingini – tikið seg úr øllum nevndum, ið hann hevur verið í.

Felagið hjá Paula Mittún sigur, at hansara útsagnir og hendingagongdin, sum verður endurgivin í sendingini, er sjálvandi í andsøgn við moralin og politikkin hjá Team Sydhavsøerne.

Í fjør gjørdi Pauli Mittún ein trý ára sáttmála við Team Sydhavsøerne, og eftir summarferiuna fer landsliðsspælarin Pætur Mikkjalsson eisini at spæla fyri liðið, nú hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála fyri felagið.

Felagið endaði í ár á einum fimta plássi – eitt stig aftanfyri Skive fH á triðja plássi, sum spældi um uppflyting til at spæla í bestu donsku deildini, men megnaði tað ikki.