Tú lurtar eftir

Formaðurin í Flogbóltssambandinum fegnast um søguliga dystin sum verður leiktur í annaðkvøld

24.10.2023

Í annaðkvøld, mikudagin 25. oktober, klokkan 19 spæla menninir hjá Mjølni fyrra dystin ímóti niðurlendska liðnum, VC Limax, í Challenge Cup, og tann dysturin verður í Klaksvík. Hetta er somuleiðis ein søguligur dystur, tí hetta er fyrstu ferð í føroyskari flogbóltssøgu, at eitt føroyskt lið fer at spæla evropeiskan flogbólt. Hoyr samrøðuna við formannin í Flogbóltssambandi Føroya, Petur Holm, sum vónar, at onnur føroysk lið eisini fara at spæla evropeiskan flogbólt í framtíðini: Limas er ikki hissini mótstøðulið, tí niðurlendska liðið hevur niðurlendskar landsliðsspælarar á liðnum, og Niðurlond er eisni nummar tíggju á evropeiska styrkilistanum hjá CEV – Confédération Européenne de Volleyball – sum er evropeiska flogbóltssamgongan. Útidysturin hjá Mjølni verður spældur mikudagin tann 1. november í Niðurlondum.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Annar ítróttur (ljóð)