Á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag í dag, legði formaðurin Jan Højgaard fram ársfrágreiðingina fyri 2024. Fyrst minntist hann teir sjómenn, sum farnir í árinum, og serliga minnist hann, tá ið Kambur gekk burtur og tveir mann mistu lívið. Hesar hendingar hava ávirkað manningina djúpt.
Jan Højgaard greiddi frá, at felagið hevur tikið stig til fleiri álitismál og samráðingar. Í vetur var formansval, og Jan Højgaard var einmælt afturvaldur til formann uttan mótvalevni. Hann staðfesti, at felagið hevur tingast nógv við bæði tryggingarfeløg og politisku flokkarnar.
Eisini hevur Føroya Fiskimannafelag arbeitt við samráðingum fyri handilsskip og framtíðar sáttmálasamráðingar fyri fiskiskip. Harafturat hevur felagið víst á týdningin av røttum tryggingum fyri limir og teirra familjur, umframt trupulleikar við inntøkutapstryggingini.
ALS hevur verið ein stórur trupulleiki fyri sjómenn, tí teir gjalda, men fáa onki afturfyri. Felagið hevur eisini arbeitt fyri betri arbeiðsumstøður fyri fiskimenn, sum ofta hava sera langar arbeiðsdagar. Felagið mótmælir eisini hægri pensjónsaldur og heldur fast um, at fiskimenn eiga at sleppa at arbeiða, uttan at inntøkan verður mótroknað.
Felagið hevur verið virkið í at fáa loyvi til at landa fisk uttanlands fyri at tryggja hægsta prís og avlop fyri føroyska búskapin.
Felagið hevur eisini gjørt eina heimasíðu við upplýsingum og tíðindum, og hevur tikið stig til at útgeva avsláttarkort til limir sínar í mun til vaksandi prísstøði.