Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivað semju

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. november 2023 upp á 3,80 prosent og tann 1. november 2024 upp á 4,04 prosent.

Hetta er á sama støði sum í øðrum sáttmálum, ið eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Jón Brian Hvidtfeldt og Jórun Gardar undirskrivaðu semjuna fyri ávikavist Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.