Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólkini hjá Elektron
Fríggjadagin 23. mai skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er yrkisfelagið hjá tryggingarfeløgum, fíggjarstovnum og KT-fyritøkum, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólkini hjá Elektron.
Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði. Lønin hækkar 4,23 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið. Harumframt eru aðrar broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálanum.
Á myndini taka Jórun Gardar, samráðingarleiðari, og Durita Kjærbo, forkvinna í YTF, lógvatak saman, eftir at nýggi sáttmálin varð undirskrivaður.