Føroya Banki hevur boðað danska keypsskálanum frá, at bankin væntar eitt yvirskot millum 210 og 240 milliónir krónur í 2025. Hetta svarar til eitt avkast av eginogn upp á 10,4% til 11,9%.
Metingin er grundað á, at Evropeiski miðbankin lækkar rentustøði við umleið 0,75 prosentstigum í 2025. Haraftrat eru innroknaðar niðurskrivingar á umleið 0,30 prosentstig av útlánunum hjá bankanum. Viðurskifti sum rentubroytingar, vinningur av íløgum, niðurskivingar og politisk viðurskifti kunnu tó broyta metta úrslitið.
Fyri einari viku síðan boðaði bankin frá, at hann væntar, at yvirskotið fyri 2024 verður omanfyri 300 milliónir krónur.
Ársfrágreiðingin fyri 2024 verður almannakunngjørd 26. februar 2025, har meira verður greitt frá um fíggjarligu væntanirnar og væntaða útlutingin.