Føroya besta vørumerki veljast

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

28. februar verður tiltakið Føroya besta vørumerki 2024 í nýggju stórhøllini við Tjarnir.

Á tiltakinum verða tær fyritøkur, ið hava skarað framúr og vunnið eitt serligt pláss í hugaheiminum hjá føroyingum heiðraðar á fyrsta sinni.

Eisini verða fyrilestrar við serfrøðingum innan branding og starvsfólkabranding, umframt kjak og innlit í framtíðar møguleikar hjá føroyskum vørumerkjum.

Tiltakið varpar ljós á týdningin av at styrkja og viðlíkahalda sítt vørumerki – tað virðismiklasta, ein fyritøka eigur.

Tey tilnevndu eru:

Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum:

  • OY
  • Guðrun & Guðrun
  • Breyðvirkið
  • Fjord
  • Faer Isles Distillery

Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum:

  • Atlantic Airways
  • Føroya Tele
  • Smyril Line
  • Krás
  • Nema

Fyritøkumarknaður:

  • GroAqua
  • Bakkafrost
  • Articon
  • Framskák
  • Mest

Tiltakið er fyriskipað av brandr Føroyar, sum er ein partur av altjóða brandingfyritøkuni brandr Global. Síðani brandr Føroyar byrjaði í mai 2024, hevur stórur áhugi verið fyri branding og at menna føroysk vørumerki.