Nevndin í Føroya Fiskimannafelagi samtykti herfyri, at skjalagoymsla felagsins skal skrásetast og fáast í trygga varðveitslu. Skjalagoymslan er rúgvusmikil og hevur eitt søguligt virði, sum er ein partur av fakfelagssøguni og Føroya søgu.
Millum skjølini eru eisini tey elstu – tey eru frá 1910, árið fyri stovningarár felagsins. Allar gerðabøkurnar hjá Føroya Fiskimannafelagi eru til taks eins og hópur av avrokningum, manningarlistum og samskifti við limir, samstarvsfelagar og myndugleikar.
Higartil hevur skjalagoymslan verið í hølum uttan nakra brandtrygd.
Í vikuni skrivaðu formaður felagsins, Jan Højgaard, og Kári Jespersen frá Tvøroyrar Skjalasavni undir avtalu um, at Tvøroyrar Skjalasavn skal taka sær av skjølunum í framtíðini.
– Tað eru fleiri fyrimunir við hesum, men serliga ein er eyðsýndur, nú verða hesi skjøl varðveitt saman við fleiri øðrum fakfelagsskjølum, sum Tvøroyrar Skjalasavn hevur fingið frammanundan í sína goymslu, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
– Sostatt kunnu vit vænta, at skjølini nú verða lættari atkomulig hjá granskarum, ið sjálvandi eru tey, sum hava størstan áhuga í júst slíkum skjølum, sigur hann.
Sera nógv tilfar er longu flutt suður, og seinasti parturin fer avstað í næstu viku.
Við hesi avtalu er søgan hjá Føroya Fiskimannafelag savnað í einum tryggum stað og komin í kønar hendur, sum skráseta øll skjøl, soleiðis at fólk fáa lættari atgeingi og kunnu gera viðkomandi skjalarannsóknir.