Føroya Pedagogfelag fer undir at gera poddvarp

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Námsvarpið er navnið á nýggju poddvarpssendingunum hjá Føroya Pedagogfelag, har dentur verður lagdur á fakligheit og námsfrøði í verki.

Fyrsta sendingin er ein kunnandi vælkomstsending, sum mest snýr seg um, hvat lurtararnir kunnu vænta sær í komandi sendingum. Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur og fakligi ryggurin í sendingunum, og Ingolf S. Olsen, journalistur, práta um Námsvarpið og hugsanirnar aftanfyri tað.

Studioprát og tað tøkniliga verður avgreitt hjá Steinamørk í Søldarfirði.

Í Námsvarpinum er tað í fyrsta lagi fakligheitin – námsfrøðin í verki – sum dentur verður lagdur á, og námsfrøðilig arbeiðspláss verða í stóran mun karmar um sendingarnar. Tó verður eisini rúm fyri øðrum áhugaverdum studiopráti um námsfrøði og námsfrøðiyrkið, skrivar Føroya Pedagogfelag á heimasíðu sínari.

Tað er ætlanin, at nýggja poddvarpið fer at hava sending einaferð um mánaðin.

Til ber at hoyra fyrsta poddin, sum snýr seg um, hvat fólk kunnu vænta sær, her.