Føroya Politi ávarar um falskar fráboðanir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Føroya Politi ávarar um, at ringt verður til fólk, har roynt verður at fáa upplýsingar frá fólki.

– Persónarnir, sum ringja, tosa um politimál ella forbrúkslán og í tí sambandinum ynskja teir persónligar upplýsingar frá borgarunum, skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga.

Politiið heitir tí á øll um ikki at lata nakrar upplýsingar frá sær.