Føroya Politi minnir fólk um at endurnýggja passið í góðari tíð

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Summarið nærkast, og tá eru tað fleiri, sum fara ein túr uttanlands í summarferiu. Men tað kemur meira enn so fyri, at fólk gerast kløkk, tá fráferðin nærkast, tí passið er útgingið ella við at ganga út.

Tí minnir Føroya Politi á fólk um at endurnýggja passið í góðari tíð, tí ofta tekur tað eitt sindur av tíð, áðrenn nýggja passið kemur fram.

Politiið skrivar soleiðis:

“Nú er tíðin aftur komin til at kanna, um passið er galdandi. Tað tekur nevnliga tríggjar vikur at fáa nýtt pass.

Til ber at kunna seg um at søkja pass á heimasíðuni https://politi.fo/pass

Frá 2. mai verða nýggjar upplatingartíðir:

Tórshavn:
mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 10-15
týsdag og hósdag kl. 12-15

Flogvøllurin:
Mánadag, týsdag og hósdag kl. 10-15
Stongt mikudag og fríggjadag”.