Føroya rættur viðger í dag eitt revsimál, har ákærdi er ákærdur fyri at hava havt samlegu við barni, sum er yngri enn 15 ár.
Tað skrivar Kringvarpið.
Maðurin, sum er fyrst í tríatiárunum, er ákærdur fyri nakrar ferðir at hava havt samlegu við gentu, tá hon var 13 og 14 ára gomul.
Hendingarnar eru farnar fram í fjør, men er ikki meldað fyrr enn í ár.
Talan er ikki um neyðtøkur.
Kravið hjá ákæruvaldinum er í minsta lagið níggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Maðurin noktar seg sekan í ákæruni.
Tveir dagar eru settir av at viðgera málið.