Føroyar á ársfundi í heimheilsustovninum hjá ST fyri fyrstu ferð sum atlimur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað er týdningarmikið, at Føroyar luttaka í samstarvinum í WHO, tí WHO er tann týdningarmesti felagsskapurin at vera partur av, tá tað snýr seg um heilsu, heilsukreppur og kreppustýring í tí sambandi. Fyri Føroyar er tað eitt stórt framstig at hava fingið atlimaskap í WHO. Nú kunnu Føroyar luttaka í hesum samstarvinum á stórt sæð jøvnum føti við limalondini í WHO. Hetta merkir m.a., at vit fáa beinleiðis kunning frá WHO, kunnu luttaka í arbeiðsbólkum undir WHO og vit hava fingið væl betri møguleika fyri at knýta sambond og samstørv við onnur lond í WHO.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, ið hevur verið á ársfundi hjá Heimsheilsustovninum, WHO.

Hetta er fyrstu ferð at Føroyar luttekur á ársfundinum sum atlimur, síðan Føroyar fingu atlimaskap.

Evnið á ársfundinum í ár var: “Alt fyri heilsu, heilsa fyri øll” (All for Health, Health for All).

– Nógv framstig eru hend á heilsuøkinum seinnu árini. Men enn hava fleiri av heimsins londum ymsar avbjóðingar á heilsuøkinum. Sum dømi kunnu nevnast, at í summum londum er heilsuverkið ógvuliga veikt, í fleiri londum er trot á heilsustarvsfólkum og fleiri ung uppliva sálarligar avbjóðingar, skrivar Heilsumálaráðið.

– Í kjalarvørrinum av koronafarsóttini hava londini í WHO arbeitt við at gera eina farsóttarætlan, so heimsins lond verða betri før fyri at handfara komandi farsóttir. Eftir ætlan skuldi farsóttarætlanin samtykkjast á ársfundinum. Men eftirsum arbeiðið við farsóttarætlanini ikki er liðugt enn, samdust londini um at leingja tíðarfreistina við í mesta lagi einum ári.

Heilsumálaráðið skrivar, at ársfundurin í ár var eisini merktur av mongu humaniteru kreppunum í heiminum, millum annað í Ukraina, Gasa og Sudan. Á ársfundinum varð ført varð fram, at tað er týdningarmikið, at verja sivil fólk og tryggja teimum neyðugar heilsutænastur í kreppustøðum.

Meira kunning er at finna á heimsíðuni hjá WHO, sí World Health Organization (WHO).