Fríggjadagin og sunnudagin spælir føroyska flogbóltslandsliðið við monnum á heimavølli í Silvurliguni ímóti Aserbadjan og Eysturríki. Dystirnir verða spældir í ítróttarhøllini á Sandi.
Vónirnar eru serliga góðar til dystin fríggjakvøldið ímóti Aserbadjan, sum hevur tapt tríggjar av sínum fýra dystum í kappingini higartil. Einasti sigurin hjá teimum er 3-0 sigurin á Georgia, sum var í fyrsta umfarinum hjá teimum, sum varð spælt í Svøríki. Í tí umfarinum tapti Aserbadjan eisini 3-0 fyri Svøríki, sum Føroyar eisini taptu 3-0 fyri í Íslandi seinasta leygardag. Settúrslitini vóru nokk so lík, og tað kundi bent á, at vit kunnu fáa ein nokk so spennandi dyst á Sandi fríggjadagin. Ímóti Svøríki taptu Føroyar 17-25, 15-25 og 13-25. Aserbadjan tapti 13-25, 20-25 og 14-25. Í fjør spældi Aserbadjan tó í tí sterkaru Gullliguni, men endaði aftast og flutti tí niður í Silvurliguna.
Sunnudagin spæla Føroyar ímóti Eysturríki, sum eins og Føroyar hava vunnið ein dyst og tapt ein. Og eins og hjá Føroyum fekk Eysturríki sín sigur ímóti Íslandi. Eysturríki vann tó 3-0 (25-13, 25-15, 25-13); Føroyar vunnu 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25, 15-13). Aftrat Svøríki hevur Eysturríki spælt móti Luksemborg, sum vann 3-1.
Silvurligan, menn – í ítróttarhøllini á Sandi:
Fríggjadagin 20. juni kl. 19:00:
Føroyar – Aserbadjan
Leygardagin 21. juni kl. 17:00:
Eysturríki – Aserbadjan
Sunnudagin 22. juni kl. 17:00:
Føroyar – Eysturríki
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum:
- Bjarni Joensen, kantur (ASV Elite, DK)
- Filip Ilic, kantur (Mjølnir)
- Hákun Nón, kantur (ÍF)
- Mattias Nolsøe Isaksen, kantur (Fleyr)
- Hjørtur Joensen, diagonalur (SÍ)
- Hjørtur Sólstein, diagonalur (ÍF)
- Niels Niclasen, hevari (Fleyr)
- Thorvald Danielsen, hevari (Mjølnir)
- Silas Poulsen, libero (ASV Elite, DK)
- Tórður Gunnarsson Højsted, libero (Fleyr)
- Vuk Ilic, miðblokkur (Mjølnir)
- Jákup Árni Elisson Wang, miðblokkur (ASV Elite, DK)
- Rani Ákason, miðblokkur (ÍF)
- Jóhan Arni Elisson Wang, miðblokkur (Fleyr)
Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: Niklas Reginsson, NB Fysioterapi