Føroyar bert javnt í Moldova hóast góðar málmøguleikar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska kvinnulandsliðið spældi javnleik 1-1 móti Moldova í Nations League. Ásla Johannesen legði Føroyar á odda í 24. minutti eftir upplegg frá Biritu Ryan, men Moldova javnaði til 1-1 stutt eftir. Føroyar høvdu fleiri málmøguleikar, serliga Ásla og Heidi Sevdal, men tær tóku ikki av.

Úrslitið ger, at Føroyar hava tryggjað sær annað plássið í bólki 1 við 10 stigum, men tað verður torført at enda millum teir bestu tveyararnar í kappingini. Slovakia, sum vann stórsigur 11-0 á Gibraltar, hevur longu vunnið bólkin.

Komandi dystur verður á heimavølli móti Slovakia týskvøldið klokkan 18.00, og skulu Føroyar hava møguleika at koma víðari, mugu tær vinna. Tað verður ein krevjandi uppgáva, tí Slovakia hevur skotið 25 mál higartil í kappingini.

Av signaltrupulleikum sást dysturin ikki í Kringvarpinum, men hagtølini vísa, at Føroyar høvdu yvirvág í málmøguleikum. Føroyar høvdu seks skot á mál, meðan Moldova bert hevði eitt.


Moldova-Føroyar 1-1 (1-1)
0-1 Ásla Johannesen, 24. min
1-1 Iuliana Colnic, 37. min

Føroyar: Óluva Joensen – Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen, Julia Naomi Mortensen (88. Anna Brændstrup) – Sunniva Willemoes (60. Sólja Ernstdóttir), Ásla Johannesen, Sanna Svarvadal (82.Brá Zakariasardóttir), Jensa Tórolvsdóttir (60. Fridrikka Klementsen) og Sara Samson Lamhauge – Heidi Sevdal (87. Jancy Mohr)


Myndir: Jóhanna Thomsen