Føroyar detta tvey pláss niður á Hvítalista

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Paris MoU hevur dagført avrikslistan fyri flaggstatir, og Føroyar eru hesa ferð á nummar 30 á listanum. Tað er tvey pláss verri enn í fjør, tá vit vóru nummar 28.

Sjóvinnustýrið skrivar í tíðindaskrivi, at lægra plaseringin í ár tó ikki er orsakað av verri úrslitum hjá føroyskum skipum. Stigatalið er í veruleikanum betri hesaferð enn seinast. Tað er lutfallið millum talið av eftirlitum og afturhaldum, sum er broytt.

Eisini hava onnur lond á listanum betrað seg og hava tí fingið eina betri plasering.

FAS hevur verið á Hvítalista fyri flaggstatir síðan 2011. Í hesum tíðarskeiði hava vit flutt okkum millum nummar 26 og 39. Í dag eru vit nummar 30 á Hvítalista.

Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt eftir, hvussu ofta skip í FAS eru kannaði og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. Føroysk skip eru kannaði 219 ferð í hesum tíðarskeiðnum, og fýra afturhald hava verið. Í tíðarskeiðinum, sum var grundarlag fyri seinasta lista, vórðu føroysk skip kannaði 240 ferð, og somuleiðis vóru fýra afturhald.

Tað eru 72 skip í FAS.

Les tíðindaskrivið frá Sjóvinnustýrinum her: Føroyar detta tvey pláss á Hvítalista (fma.fo)