Fyri løtu síðan gjørdist greitt, at Føroyar skulu spæla móti Fraklandi/Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar í HM-undanbólki L fyri at spæla seg til HM-endaspælið í USA og Kanada í 2026.
Føroyingar flestu droymdu um, at koma í bólk við Onglandi, og leingi livdi vónin, tá ið kúlurnar vóru drignar í bolla 4. Men tá ið saman um kom, komu vit heldur ikki hesaferð í bólk saman við Onglandi.
48 lond verða við í HM-endaspælinum og av hesum verða 16 lond úr Evropa.
Tey 54 evropeiskum londini er býtt í tólv HM-undanbólkar, seks bólkar við fimm londum og seks bólkar við 4 londum.
Teir tólv vinnararnir í hvørjum bólki spæla seg beinleiðis til HM-endaspælið.
Teir tólv tveyararnir skulu saman við fýra londum, sum koma við gjøgnum Nations League, spæla um fýra tey seinastu evropeisku plássini. Tað verður avgjørt í fýra bólkum við hálvfinalum og finalum.
Her eru allir 12 undanbólkarnir til HM 2026
Bólkur A
- Vinnari Týskland/Italia
- Slovakia
- Norðurírland
- Luksemborg
Bólkur B
- Sveis
- Svøríki
- Slovenia
- Kosovo
Bólkur C
- Tapari Portugal/Danmark
- Grikkaland
- Skotland
- Hvítarussland
Bólkur D
- Vinnari Frakland/Kroatia
- Ukraina
- Ísland
- Aserbadjan
Bólkur E
- Vinnari Spania/Niðurlond
- Turkaland
- Georgia
- Bulgaria
Bólkur F
- Vinnari Portugal/Danmark
- Ungarn
- Írland
- Armenia
Bólkur G
- Tapari Spania/Niðurlond
- Pólland
- Finnland
- Litava
- Malta
Bólkur H
- Eysturríki
- Rumenia
- Bosnia og Herzegovina
- Kýpros
- San Marino
Bólkur I
- Tapari Týskland/Italia
- Noreg
- Ísrael
- Estland
- Moldova
Bólkur J
- Belgia
- Wales
- Norðurmakedónia
- Kasakstan
- Liktinstein
Bólkur K
- Ongland
- Serbia
- Albania
- Lettland
- Andorra
Bólkur L
- Tapari Frakland/Kroatia
- Kekkia
- Montenegro
- Føroyar
- Gibraltar