Føroyar hava næstflest heilsustarvsfólk í Evropa fyri hvønn íbúgva.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, sum er gjørd eftir altjóða leisti, soleiðis at tað ber til at samanbera okkara starvsfólkatøl á sjúkrahúsum við onnur lond.
Teir fýra høvuðstarvsbólkarnir innan heilsustarvsfólk eru læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, atstøðingar í heilsurøkt og onnur heilsustarvsfólk.
Danmark, Føroyar og Noreg eru millum londini, sum hava flest heilsustarvsfólk á sjúkrahúsum fyri hvønn íbúgva, tald í ársverkum. Í Danmark eru 16,0 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Føroyum eru tey 15,9 ársverk og Noregi 15,6 ársverk. Í Íslandi eru tey til samanberingar 10,2 ársverk og eru á einum tólvta plássi yvir heilsustarvsfólk fyri hvønn íbúgva.
Hagstovan sigur tó, at um heilsustarvsfólkini á teimum trimum føroysku sjúkrahúsunum verða tald saman, og ársverk knýtt at viðgerðum uttanlands ikki verða tald við, hava Føroyar 13,8 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar. Tá fara Føroyar afturum Noreg, Malta, Litava og Sveis og eru á einum sætta plássi.
Føroyar eru ikki líka langt uppi á stiganum, tá ið umræður læknaársverk og eru at finna á einum sætta plássi.
Í Føroyum eru 2,6 læknaársverk á sjúkrahúsunum fyri hvørjar túsund íbúgvar ella 2,3 læknaársverk, um viðgerðir uttanlands ikki verða tald við.
Í Danmark eru læknaársverkini á sjúkrahúsum 3,2 og í Noregi 2,8 fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Íslandi eru tey 2,0.