

Hoyr samanumtøku hjá Andriasi Eriksen og Tormóði P. Djurhuus – og samrøður við Hákun West av Teigum og Paula Jacobsen um tapið fyri Italia
09.01.2026Hoyr Pætur Nolsøe siga frá seinastu løtuni av dystinum Føroyar-Italia 34-36 (19-17), og hoyr viðmerkjararnar Tórmóð P. Djurhuus og Andrias Eriksen taka samanum tað, ið vóru 40 góðir minuttir og 20 slakir minuttir hjá føroyska liðnum. Hoyr eisini toppskjúttan, Hákun West av Teigum og málverjan, Paula Jacobsen seta orð á dystin, ið tó var ein týdningarmikil venjingardystur, tí Italia minnir nógv um Sveis, ið verður fyrsta mótstøðuliðið hjá Føroyum í EM-endaspælinum.
















