, ,

Føroyar og Andorra leiktu javnleik

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fyrsti dystur við Eyðun Klakstein sum U21 landsliðsvenjari, skuldi leikast í heimstaðnum. Forvantningarnir vóru høgir og ein dystur sum møguliga kundi vinnast.

Føroyar legði seg á odda aftaná 13 minuttir, tá ið Jørgen Nielsen skoraði uppá brotspark.

Føroyingar fingu brotspark, tá ið Áki Samuelsen við einari fintu bleiv feldur.

Nakrar minuttir seinni fingu Andorra mál, tá ið Gerard Sola sendi bóltin hegnisliga frammvið Ari Petersen.

1-1 var støðan í hálvleikinum.

Í øðrum hálvleiki herjaðu bæði liðini á, men tað var Andorra sum legði seg framm um fyrst. Ein bóltur stakk á stongina í føroyska málinum og Aron Rodrigo sendi bóltin í netið.

Gutti Dahl Olsen bleiv skiftur inn fyri Gullbrandur Øregaard miðskeiðis í øðrum hálvleiki. Tá ið 74 minuttir vóru farnir, gav hettar eisini úrslit. Ein flott føroysk kombinatión við Jørgen Nielsen, fekk Gutti ein stikkning og kundi leggja bóltin róliga í netið.

Føroyska liðið pressaði á fyri at fáa sigurin, ímeðan Andorra mest vóru nøgdir við javnleikin.

Men dysturin endaði við einum javnleiki í fyrsta EM undankappingardystinum.

Næsti dystur er ímóti Hvítarussland tann 7. september á útivølli.

Dystargondin

Føroyar – Andorra 2-2 (1-1)

13′ Jørgen Nielsen 1-0

22′ Gerard Sola 1-1

58′ Aron Rodrigo 1-2

74′ Gutti Dahl Olsen 2-2