Samráðingar millum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi vórðu hildnar í Oslo 2. desembur og endaðu á talgildum palli 17. desembur. Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi í 2025 verður 3.910 tons, ein lækking á 10 prosent, meðan kvoturnar av hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum eru óbroyttar í mun til 2024.
Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2025, verður 5.150 tons, sum er ein lækking á 22 prosent. Norsku botnfiskakvoturnar í føroyskum sjógvi fáa smávegis tillagingar, við longu og blálongu kvotum lækkaðar við 100 tonsum til 2.500 tons og brosmukvotan hækkað við 100 tonsum til 1.400 tons.
Føroyar hava nú møguleika at flyta alla toska- og hýsukvotuna, sum Føroyar hava í russiskum sjógvi, til norskan sjógv at fiska í 2025. Hetta fevnir um 8.445 tons, umframt hjáveiðu.
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, fegnast um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum.
– Hetta munar væl í samlaðu nøgdini, sum skipini hava at fiska, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.