Føroya Arbeiðsgevarafelag krevur broytingar, so vinnan ikki missir kappingarførið av vaksandi umsitingarligum byrðum og hækkaðum gjøldum.
Seinastu árini er talið á nýggjum rættarreglum, sum áleggja føroyskum fyritøkum nýggjar byrðar, økt í vavi og upphæddum. Feskasta dømið er úr sjóvinnuni, har kunngerðir júst hava verið til hoyringar, har 48 ymisk gjøld eftir ætlan skulu hækka við í miðal 127 prosentum.
Hetta er bara seinasta dømið av einari røð av líknandi hækkingum, tí dag um dag koma tað nýggjar lógir og kunngerðir til hoyringar, sum økja um gjøld og umsitingarligu byrðarnar, og ofta verður tikið støði í ES-direktivum heldur enn at finna eina loysn, sum hóskar til viðurskiftini í Føroyum.
Meðan vit í Føroyum seta í verk ES-lóggávu, eru tey í Evropa vaknað við kaldan dreym, nú tey síggja, at vinnufyritøkur flyta úr ES til onnur lond, har tey duga betur at leggja til rættis góðar karmar fyri vinnufyritøkur.
Í ES hava tey ásannað, at tað er neyðugt at leggja á annan bógv fyri at gera tað einfaldari og lættari at reka vinnu. Í Føroyum tykist tað, sum um myndugleikarnir ikki hava varnast gongdina rundanum okkum, men halda fram at seta í verk nýggja og umsitingartunga lóggávu.