Høllin á Hálsi 6. novembur kl. 19.00
EM-undanbólkur 6: Føroyar -Kosovo
Í kvøld klokkan 19.00 setur manslandsliðið í hondbólti hol á EM-undankapping um at spæla seg til EM-endaspælið í 2026.
Høllin á Hálsi verður fullset, tá ið Føroyar í EM-undanbólki 6 taka móti Kosovo í helst seinasta landsdystinum, sum nakrantíð verður spældur í høllini á Hálsi.
Skal helst vinnast
Skulu Føroyar spæla seg til EM-endaspælið, sum verður í Danmark, Noreg og Svøríki í januar 2026, má hesin dysturin móti Kosovo helst vinnast, tí Kosovo er á pappírinum veikasta liðið í bólkinum, og harafturat er sera stórur munur á heima og útivølli í hondbólti.
Á styrkislistanum hjá EHF eru Føroyar styrkismettar nummar 20, meðan Kosovo er styrkismett sum nummar 36. Hini liðið í bólki 6 eru Niðurlond og Ukraina. Niðurlond er nummar 12 á styrkislistanum, og Ukraina er nummar 27.
Tað er tó lítið at ivast í, at hetta verður ein torførur dystur, tí Kosovo hevur stórar og góðar leikarar.
Petur Krogh er ivasamur
Hjá Føroyum eru allir leikarar klárir uttan Peter Krogh, sum í besta føri spælir ein lítlan leiklut í kvøld, um ryggurin loyvir tí.
Ein av okkara týdningarmiklastu leikarum, Elias á Skipagøtu, hevur eftir ein skaða í knænum spælt nakrar dystir fyri THW Kiel í bestu týsku deildini, og er veruliga við at spæla seg í gongd aftur.
Vinstri vongur, Leivur Mortensen, er ikki við, tí hann hevur brotið hondina. Í staðin er Janus Dam Djurhuus tikin út.
Tvey tey bestu beinleiðis víðari
Tvey tey bestu londini í hvørjum av teimum átta EM-undanbólkunum spæla seg í EM-endspælið saman við fýra teimum bestu trýarunum í teimum átta bólkunum.
Tað merkir, at Føroyar helst skulu verða nummar eitt ella tvey í bólkinum fyri at kom til EM. Gerast vit nummar trý, so avgerð ein rættiliga fløktur trýararoknskapur, hvørji fýra lond koma víðari sum trýari.
Tá ið Føroyar spældi seg til EM-endaspælið í Týsklandi í 2024, komu vit við sum ein av teimum fýra bestu trýarunum.
Dystarskráin hjá manslandsliðnum í hondbólti:
6. novembur kl. 19.00 2024 Føroyar – Kosovo
10. novembur kl. 13.00 2024 Ukraina – Føroyar
12. mars 2025 Føroyar – Niðurlond
16. mars 2025 Niðurlond – Føroyar
7. mai 2025 Kosovo – Føroyar
11. mai 2025 Føroyar – Ukraina