Silvurligan, kvinnur:
Norðurmakedónia – Føroyar 3-0 (25-11, 25-21, 25-16)
Samanumtikið tapti føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti greitt 3-0 fyri Norðurmakedónia í dystinum í Silvurliguni, sum varð spældur á Sandi í kvøld, men Føroyar iðra seg tó um spiltan møguleika at vinna annað sett.
Føroyar komu illa frá byrjan í fyrsta setti, har tað haltaði við móttøkunum, og skjótt var Norðurmakedónia á odda 4-0 og síðan 12-3, og við øðrum seks stigum á rað gjørdist støðan 21-7, áðrenn settið varð vunnið 25-11.
So stórur átti munurin kortini ikki at vera, tí so gott var Norðurmakedónia heldur ikki. Tað fingu vit eisini at síggja í øðrum setti, tá Føroyar spældu fult upp ímóti gestunum. Eftir Norðurmakedónia hevði lagt seg á odda 10-5, fóru Føroyar framum 12-10 eftir fínar servur frá Anju Danielsen. Eftir at Føroyar høvdu lagt seg á odda 17-13, sá veruliga gott út, men við fýra stigum á rað fór Norðurmakedónia framum 19-18. Føroyar fóru tó framum aftur 21-20, men tað var síðstu ferð, Føroyar vóru á odda, tí Norðurmakedónia vann rest og settið 25-21.
Triðja sett var eisini javnt leingi, men endaði tó við vónbroti, tá Føroyar mistu takið miðskeiðis í settinum, eftir at hava verið á odda 10-9. Norðurmakedónia vann 11 av teimum næstu 13 bóltunum, og so gjørdist støðan 20-12, áðrenn Norðurmakedónia vann 25-16, sum var óneyðuga nógv.
Toppskorari í dystinum var Anja S. Danielsen við 12 stigum, og Jakobina Joensen var hon við flest móttøkum.
Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Eysturríki, og leygardagin spæla Noðurmakedónia og Eysturríki.