,

Føroyar til hoyringar um breksáttmálan

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar hava verið til hoyring hjá serfrøðinganevnd ST í breksáttmálanum. Tað skrivar Almanna- og mentamálaráðið á heimasiðuni.

Hoyringin hevur til endamáls at kanna, hvussu londini í kongsríki Danmarkar (Føroyar, Danmark og Grønland) fremja sáttmálan í verki. Londini svara hvør sær.

Serfrøðinganevndin hevur givið ávís tilmæli og viðmerkingar, sum skulu fremjast í tøttum samstarvi við áhugafeløg, ið umboða fólk, ið bera brek. Tilmælini vórðu almannakunngjørd 5. septembur 2024, og eru nú umsett til føroyskt.

Almanna- og mentamálaráðið hevur samskiparaleiklutin sambært breksáttmálanum og skal almannakunngera niðurstøðurnar. Hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum á sínum málsøki.

Tað er aðru ferð, at Føroyar eru til hoyring í breksáttmálanum, við fyrra hoyring í 2014 og einari drúgvari tilgongd, sum byrjaði í 2019 við undanhoyring, har MEGD luttók. Føroya landsstýrið sendi skrivliga frágreiðing.


Tilmælini umsett til føroyskt kunnu lesast her