Silvurligan, kvinnur:
Føroyar – Lettland 1-3 (11-25, 30-28, 17-25, 15-25)
Føroyska A-landsliðið í flogbólti við kvinnum megnaði í dag at vinna annað sett á vertunum úr Lettlandi í fyrsta dystinum í Silvurliguni.
Lettland hevði lættliga vunnið fyrsta sett 25-11, og Føroyar vóru eisini um at missa takið á øðrum setti, tá Lettland fór framum 18-12, men Føroyar bardu seg upp á javnleik 22-22. Og síðan eydnaðist at vinna settið 30-28 við fimta settbóltinum.
Í triðja setti var tó aftur stórur munur, og Lettland vann 25-17, men í fjórða setti vóru Føroyar leingi væl við, og soleiðis gjørdist støðan 12-13. Men tá kom stígur í hjá Føroyum, og Lettland vann næstu sjey stigini og legði seg á odda 20-13, áðrenn settið varð vunnið 25-15.
Miðblokkurin Sharon Thora Holm Haynes var toppskorari hjá Føroyum við 10 stigum. Tær næstfremstu vóru Anja S. Danielsen (9 stig), Hanna Andriasdóttir Olsen (8 stig) og Sesilia Johnsdóttir Prior (7 stig)
Lettland er styrkismett nr. 27 í Evropa
Í morgin kl. 18 spæla Føroyar ímóti Ísrael, sum er styrkismett nr. 29.
Føroyska A-landsliðið við kvinnum:
Jóhanna B Christiansdóttir
Osla Johannesen
Sharon Haynes
Milja Silvansdótti
Elisabet N Vilhelmsen
Ingibjørg Muller
Sirið Samson
Hanna Andriasdóttir
Anja S Danielsen
Kristina Knudsen
Henrikka W Jacobsen
Sesilia Prior
Jakobina Joensen
Helena S Hansen
Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic
Liðleiðari: Lena í Buð
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi
————–
Mynd: CEV