,

Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Frá 1. januar 2025 fer Sjóvinnustýrið at senda út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki. Siglingarfráboðanir boða frá broytingum í sjókortum, bæði varandi og styttri tíðarskeið, og verða gjørdar í tøttum samstarvi við deildina fyri Land- og sjókort á Umhvørvisstovuni.

Tað var tann 1. juni 2024, at vitaverk og sjóuppmerking vórðu yvirtikin, og ábyrgdin at senda út siglingarfráboðanir kom á føroyskar hendur. Danska Søfartsstyrelsen hevur síðan sent út siglingarfráboðanir vegna føroyskar myndugleikar, men frá 1. januar 2025 fer Sjóvinnustýrið at taka yvir hesa uppgávu, og siglingarfráboðanirnar verða ikki longur partur av danska “Efterretninger for søfarende”.

Skiparar og navigatørar verða tí biðnir um at melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Tað er týdningarmikið at skilja ímillum siglingarfráboðanir og siglingarávaringar, sum eru bráðneyðugar ávaringar til skipaferðslu. MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina av at senda út siglingarávaringar.