Hondbóltsfepurin í Føroyum er veruliga í hæddini, nú A-landsliðið hjá monnum skal luttaka til EM-endaspælið í Týsklandi, sum verður í døgunum frá 10. januar til 28. januar komandi ár.
Hondbóltssambandið merkir eisini stóran áhuga frá fólki, ið ynskja at fáa vita, hvussu atgongumerkjasølan gongur fyri seg.
HSF skrivar á heimasíðu sínari, at til dystirnar hjá Føroyum eru umleið 1.000 atgongumerki tryggjað føroyskum áskoðarunum, sum koma at sita saman. Tey atgongumerkini koma eftir ætlan til sølu, tá Hondbóltssambandið hevur fingið neyðugu kunningina frá EHF.
– Vit koma at kunna um hesi viðurskifti í góðari tíð á heimasíðu okkara. Atgongumerki út yvir hesi 1.000 fara í fría sølu á kappingarheimasíðuni á heretoplay.com, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.
Hondbóltssambandið sigur eisini, at í fyrstu atløgu koma bert pakkaatgongumerki til sølu; tað vil siga atgongumerki til allar dystirnar í bólkaspælinum hjá Føroyum.
Tó verður eisini møguligt at keypa atgongumerki til einstøku dystirnar hjá Føroyum. Til ber at keypa hesi frá tann 31. mai.
FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 16 í dag í samband við EM-lutakastið, ið verður á skránni í dag.
Vertur verður Sjúrður H. Hoydal. Hann fer at tosa við spælarar, venjarar, umboð fyri HSF og onnur í samband við søguliga lutakastið.