, ,

Føroyingar halda stýr á bingj­um kring heim­in

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Tøknifyritøkan Globe Tracker, sum í seinastuni hevur havt vind í seglunum á marknaðinum fyri køli- og frystibingjur, roknar í næstum við nýggjum frambrotum innan turrbingjur, sigur Joel undir Leitinum, stjóri í felagnum.

Fyritøkan hevur higartil miðsavnað seg um at veita útbúnað til framkomna sporføri og tilhoyrandi tænastur fyri reefer marknaðin, sum umfatar køli- og frystibingjur íroknað køli- og frystitrailarar. Her er eydnast at fáa flutningsfyritøkur úr ymiskum londum sum kundar, teirra millum føroysk feløg sum Smyril Line, umframt eitt av teimum heilt stóru altjóða flutningsfeløgunum, Hapag-Lloyd.

Sambært Joel undir Leitinum bendir alt á at altjóða marknaðurin fyri turrbingjur nú eisini er við at vera búgvin til útbúnað og tænastur frá Globe Tracker. Her er talan um ein marknað sum er nógvar ferðir størri enn tann tvær milliónir eindir stóri reefer marknaðurin.

Globe Tracker hevur heimstað í Danmark og skrivstovur í fleiri londum, harav tann føroyska deildin er ein tann týdningarmesta innan menning og leiðslu. Eigararnir eru fyri tað mesta føroyingar, og eini 17 fólk arbeiða á deildini í Havn.

“Vit arbeiða innan fyri tað sum á fakmáli kallast telematics,” segði Joel undir Leitinum við FM1. “Vit eru bæði innan fyri hardware og software, og vit gera hardware eindir sum verða settar í bingjur, soleiðis at tú kann fylgja bingjunum hvar tær eru – tú sær GPS positiónina – og eindin formidlar alla ta informatión sum bingjan sjálv gevur. Tað er í sambandi við kulda, framblásing av luft og alt tað sum fyrigongur í eini frystibingju ella kølibingju. Øll tann informatiónin verður koyrd víðari gjøgnum okkara eind. Harafturat hava vit eisini sjokk [fráboðan] – vissi bingjan fær ein stoyt. Og vit samskifta gjøgnum Lora og gjøgnum telenetið eisini.”

“Vit hava verið á reefer marknaðinum síðan 2016,” segði Joel undir Leitinum í FM1 sendingini Vinnuvarpið. “So gera vit alt tað software sum liggur aftanfyri – allur tann plattformurin sum hetta so verður formidlað ígjøgnum, tað gera vit eisini. Tann plattformurin sum Globe Tracker hevur gjørt verður so brúktur av kundunum hjá okkum, har ið man kann síggja alt yvirlitið, allar tær bingjurnar sum hava eindirnar hjá Globe Tracker í. Fyri at taka eitt dømi: Hapag-Lloyd, sum er tann størsti kundin hjá okkum, tey hava eitt fullkomið yvirlit yvir allan heimin hvar allar bingjurnar hjá teimum eru sum hava Globe Tracker installerað. So vit eru ein hardware fyritøka og vit eru ein software fyritøka.”

At vita neyvt hvar hvør bingja er til eina og hvørka tíð gevur munandi sparingar í tíð og øðrum tilfeingi – tað ger millum annað at tørvurin á at hava nógvar eyka bingjur tøkar gerst minni av tí at talið á horvnum bingjum minkar. Hartil koma fyrimunirnir av at kunna fylgja við eitt nú temperaturi og luftfuktigheit, soleiðis at vandin fyri at vøra spillist eisini minkar.

“Tá ið Globe Tracker byrjaði, upprunaliga, tá var hesin marknaðurin slett ikki klárur at taka ímóti. Tað er ikki fyrr enn tey síðstu fýra árini at shipping og transport marknaðurin hevur fingið eitt, sum man sigur, eitt sovorðið take-off til at blíva talgildur. Tí hevur Globe Tracker faktiskt verið við til at byggja hendan marknaðin upp. At byggja ein marknað upp, sum Globe Tracker og okkara kappingarneytar hava gjørt, tað tekur tíð og tað krevur veldigar investeringar; men tað skuldi gjarna givið eitt øgiliga gott payback tá ið tað, sum nú, ordiliga koyrir.”

Fyribyrgja smugling

Nú væntar Globe Tracker sambært stjóran at tann stóri marknaðurin fyri turrbingjur er við at gerast áhugaverdur.

“Globe Tracker hevur verið í reefer marknaðinum í nógv ár,” segði hann, “tí tann marknaðurin var tann mest upplagdi at talgilda og at fáa telematics. Tað er tað mest sensitiva sum tú flytir. Tað sum vit nú síggja, tað er tað at nú er marknaðurin fyri turrbingjur eisini í gongd við at fáa telematics. Vit presenteraðu nú á eini messu í Rotterdam eina nýggja eind hjá Globe Tracker, sum er til turrbingjur. Grundin til at reiðaríini vilja hava telematics í turrbingjur eisini, tað er vegna smugling og vegna optimering av amboðunum, av aktivunum.”

Hetta er ein formur fyri tracking; tá tú hevur hetta á, skrásetir tað eisini innihaldið í bingjuni ella er tað meira luft, fuktigheit, temperaturur, stoytir og positión í mun til GPS, ella er tað onnur ting eisini, spurdu vit.

“Alt tað sum tú nevnir,” svaraði Joel undir Leitinum. “Tað kemur ann uppá hvørjar sensorar tú setir á. Tú sær live hvat temperaturur og annað er. Tað gevur eina trygd fyri at vøran er í lagi. Tú sær um temperatururin er í ordan og, ikki minst, at tað er ein trygd hjá reiðaríunum at tey fáa ein alarm. Vissi temperaturin ikki er í ordan, vissi kompressarin ikki koyrir, eitt ella annað er galið – so fær reiðaríið ein alarm beinan vegin, og so tekur man hond um tað. Tað gamla, tað er jú at man checkar tað visuelt, at ein persónur fer og hyggur direkta á display’ið á bingjuni – hvat er temperatururin – og skrivar tað niður, nær hann hevur gjørt tað, hvat temperatururin var. Tað ger man so tvær ferðir um døgnið, manuelt. Nú hevur tú hatta live alla tíðina. Return of investment hjá teimum sum brúka hetta her øgiliga høgt, bæði av mátanum… Tú sparir tað aftur í skaðum, tú optimerar bingjurnar, tí tú veit alla tíðina hvar tær eru, tað blívur ikki vekk. Og upp á tann mátan verður turn-around skjótari og tú, í veruleikanum, behøvist ikki líka stóran flota sum tú annars hevði vissi tú ikki visti hvar tær vóru altíð. Tú manage’ar bingjuflotan betur.”

Stjórin legði afturat at menningin av sensorum er eitt sera týdningarmikið økið og kann vera við til at vaksa um marknaðin hjá Globe Tracker.

“Hendan eindin her er til eina turrbingju. Upp á sama máta – tú stýrir flotanum nógv betur við at vita hvar tær eru. Cirka tvær milliónir reefer’ar [eru] til í verðini og heilt øgiliga nógvar turrbingjur. Hendan eindin hon hevur hurðasensor, hon hevur sólpanel, gongur við sól, drivin við tí, battarí installerað, og hon situr uttaná, rundan um hurðina. Hon hevur fuktsensor innanfyri – tú kann fylgja við hvat fukturin er í bingjuni… luftfuktigheitin. Tí sjálvt um tað er ein turrbingja, so kunnu turrbingjur eisini flyta vøru sum er sensitiv í mun til fukt: sukur, mjøl, korn, viður, prentlutir, øgiliga nógv ting. Og hon hevur ein hurðasensor; tað er tí at man arbeiðir hart við at fyribyrgja smugling – narkotikasmugling, eisini mannasmugling. Tí vil man hava at vita um hurðin er opnað á bingjuni. Vissi hon er opnað – man loggar tað. Vissi hurðin opnar, so kemur eitt signal um at her er galið, og so kann man taka action harfrá.”