Føroyingar lána minni frá donskum realkredittstovnum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroysku húsarhaldini eru minkaði við umleið 100 milliónum krónum hetta seinasta árið

Tað skrivar Landsbankin á heimasíðu sínari.

Í mars í fjør vóru lánini úr donsku realkredittstovnunum 3,9 milliardir krónur, men í mars í ár vóru tað 3,8 milliardir krónur.

Í sama tíðarskeiði eru útlánini frá føroysku bankunum økt við umleið 700 milliónum krónum – frá 8,9 milliardir til 9,6 milliardir í mars í ár.

Landsbankin heldur, at ein orsøk kann vera, at føroysku húsarhaldini velja føroysk bústaðarlán framum donsku realkredittlánini, er at rentan á fastrentaðum realkredittlánum er økt nógv hetta seinasta árið.