Føroyska fyritøkan Flowcore á pallin í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska fyritøkan Flowcore skal í dag á pallin í hálvfinaluni í stóru altjóða virðismettu startup-kappingini Slush 100 í finska høvðusstaðnum Helsinki. Tað skrivar Hugskotið á Facebook.

Flowcore er ein fyritøka, sum hjálpir fyritøkum og stovnum at skipa og gagnnýta teirra dátur.

Út av 2000 fyritøkum eru 20 valdar út at vísa sína fyritøku fram í hálvfinaluni. Tær 20 fyritøkurnar kappast um 7,5 milliónir krónur.

Tá ið fyritøkurnar hava verið á pallinum í dag, verða tríggjar tær bestu fyritøkurnar valdur út at vera við í finaluni, sum verður í morgin 21. novembur.

Flowcore fekk sína fyrstu íløgu frá føroyska vinnueingla-netverkinum FarBAN í fjør. Hetta var samstundis tann fyrsta íløgan sum vinnueinglar í netverkinum gjørdu.


Í filmsbrotinum niðanfyri sæst Ólavur Ellefsen stjóri í Flowcore greiða frá fyritøkuni.