Føroysku flogbóltsmenninir byrjaðu sína Silver League kapping í gjárkvøldið ímóti Kýpros. Dysturin endaði við ósigri 3-0 í settum. Liðini spæla longu aftur ímóti hvørjum øðrum í kvøld.
Nakað av spenningi var undan fyrsta dystinum í gjárkvøldið í Silver League. Lítil munur var á liðunum í styrkismetingunum hjá CEV, men á vøllinum var munurin nakað størri. Hóast Føroyar tapti, so var settmunirnir ikki stórur og spenningur var allatíðina í dystinum.
Í øllum trimum settunum kom Kýpros rættuliga langt framum í byrjanunum av settunum, og tí skuldi føroyska liðið berja seg innaftur í dystin. Hetta eydnaðist væl í fyrsta settinum og síðsta settinum, sum tó ikki koppaðu til føroyskan fyrimun.
Settmunurin var 22-25, 15-25 og 19-25.
Tað var rættuliga sjónligt, at føroyska liðið ikki spælir nóg nógvar landsdystir og høvuðstrupulleikin var, at botnstigið í Føroyska verjuleikinum var ov lágt, umframt at Kýpros kom ov lættliga til stig. Hetta var serliga sjónligt við nógvum vánaligum servumóttøkum.
Spælarin, sum vann Føroyum flest stig í gjárkvøldið, var Ólavur Johannesen við níggju stigum.
Skal føroyska liðið gera sær vónir at koma víðari í Silver League-kappingini, so skal dysturin móti Kýpros vinnast í kvøld.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.
Kelda: Flogbóltssamband Føroya