Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyskar fyritøkur eru við bæði sum framsýnarar og gestir á DALO Industry Days, sum verða hildnir í Ballerup í Danmark mikudagin og hósdagin í hesari vikuni. Tað skrivar Vinnuhúsið.

Tiltakið er liður í “open for business”-strategiini hjá donsku verjuni, har vinnan og verjan hittast í tveir dagar. Her kunnu fyritøkur møta innkeyparum og øðrum, sum starvast í verjuni.

Vinnuhúsið hevur samskipað føroysku luttøkuna, sum fer fram í básinum hjá Dansk Industri.

Verjan hevur ein breiðan tørv á innkeypi av vørum og tænastum, og tað sæst aftur í teimum luttakandi fyritøkunum, sum koma úr øllum vinnugreinum.

DALO Industry Days er størsta messa av sínum slag í Norðurlondum. Hon varð fyrstu ferð hildin í 2012 og hevur síðan vaksin nógv í vavi.

Í sambandi við messuna eru eisini onnur tiltøk, sum snúgva seg um innkeyp til donsku og evropeisku verjuna komandi árini.