Ongar greiðar ábendingar eru um, at føroyskar smásølur og heilsølur hava gjørt sær dælt av teimum stóru príshækkingunum, sum hava verið á matvørum í Føroyum. Hetta verður staðfest í eini nýggjari grein frá Kappingareftirlitinum, sum er partur av eini kanning av marknaðinum fyri húsarhaldsvørur í Føroyum.
Innflutningsprísurin av matvørum til Føroya er vaksin munandi, og Kappingareftirlitið metir, at bróðurparturin av prísvøkstrinum verður lagdur á vøruna, áðrenn hon kemur til Føroya.
Prísvøksturin í londum, haðani vørurnar koma, hevur verið umleið tann sami ella størri enn í Føroyum.
Kappingareftirlitið vísir á, at vøksturin í tøku inntøkuni hjá føroyingum hevur verið størri enn príshækkingarnar á matvørum síðani 2009, men seinastu trý árini hava príshækkingarnar tikið stóran part av inntøkuvøkstrinum aftur.
Nýtslumynstrið hjá føroyingum er broytt seinnu árini. Brúkarin keypir størri mongdir av matvørum, dýrari góðsku ella eitt bland av báðum. Hetta mynstrið byrjaði í 2015 og minkaði aftur í 2022.
Kappingareftirlitið metir, at ongar greiðar ábendingar eru um, at føroyskar smásølur og heilsølur hava gjørt sær dælt av príshækkingunum uttanlands.