Føroyskir hondbóltsáskoðarar heiðraðir í Týsklandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku áskoðararnir gjørdu eitt stórt inntrykk og vunnu mong hjørtu í Berlin, tá ið føroysku hondbóltsmenninir vóru við í EM-endaspælinum í januar 2024. Fyri tað hava føroysku hondbóltfjeppararnir vunnu heiðurin ársins “Engagementpreis” á German Handball Awards 2024.

Tað er miðilin handball-world.news, sum stendur aftanfyri German Handball Awards, sum hevur valt at heiðra føroysku áskoðarunum fyri teirra ágrýtna stuðul í Berlin.