Í dag 5. juli 2025 eru átta ár síðan føroyska teknmálið varð viðurkent í løgtinginum. Tað er ein góður dagur fyri deyv í Føroyum.
Tá føroyskt teknmál var viðurkent sum føroyskt mál, vóru tey deyvu bæði fegin og errin, tí her ímyndaðu tey sær eina nýggja, øðrvísi og bjartari framtíð.
– Vit væntaðu og vónaðu, at samfelaðið nú fór at virða føroyska teknmálið, sigur Meifríð Hansen, forkvinna í Deyvafelagnum.
Minniluti í Føroyum
Føroyskt teknmál er eitt minilutamál við egnari grammatikk, kropsrørslulæru, og mimikki/keipulist. Visuella samskiftið kemur frá hondunum, høvdinum, kroppinum og andlitinum. Deyv meta seg ikki sum ein bólk, ið ber eitt brek, men sum ein minnilutabólk við egnari minnilutamentan.
Hvør kann so tosa føroyskt teknmál? Tað kunnu í grundini øll, tú og eg! Dømi: Á arbeiðsplássinum kunnu starvsfólk taka skeið í føroyskum teknmáli, og eftir tað kunnu tey tosa við tann deyva.
Vit eiga at minnast, at teknmál verður ikki bara brúkt av deyvum og tunghoyrdum, men eisini sum samskiftisamboð hjá øðrum, sum hava trupult at samskifta, til dømis hjá børnum á stovnum, sigur Meifríð Hansen.
– Teknmál er eitt mál og ikki eitt amboð. Men tekn til tala, karlstadsmodellið o.o. eru amboð til at læra og duga teknmál.
Í Føroyum hava deyv eitt deyvahús og eitt deyvafelag. Her er sosiala lív teirra, og her kunnu tey samskifta saman á egna máli teirra.
Føroyskt teknmál var nógv brúkt á Skúlanum á Trøðni 1980-unum og 1990-unum í føroyskum. Tá vóru tveir deyvir flokkar, og børnini vórðu stimbrað við teknmáli. Tað gjørdi eisini sítt til, at tað gekk so væl. Men seinastu árini er samfelagið nógv broytt orsakað av sparingum. Og tað rakar ungu og smærru teknmálsbrúkararnar.
Deyv hava mannarættindi, og tey eiga rætt at nýta málið, men hóast málið er viðurkent, er framvegis langt á mál. Eitt mál hjá Deyvafelagnum er til dømis, at teknmál verður serlig lærugrein í fólkaskúlanum og á miðnámsskúlum. Málráðið hevur játtað 100.000 krónur til eina teknmálsorðabók, og tað arbeiði hava Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen, báðar teknmálstulkar, gjørt seinastu trý árini. Teknmálsorðabókin er her: “fo.signwiki.org”
Í dag nýtir deyvasamfelagið høvið í takksemi at minnast átta ára dagin fyri viðurkenningina av føroyska teknmálinum sum føroyskt mál – við vónini um, at politisku myndugleikarnir minnast tey deyvu í arbeiði sínum á tingi og í landsstýrinum.
Myndin er av forkvinnuni í Deyvafelag Føroya, Meifríð Weihe Hansen (Finnur Justinussen hevur tikið myndina)