Á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum vóru tvær tilráðingar lagdar fram. Ein um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi og ein um verju av undirstøðukervinum í Norðuratlantshavi.
Føroyska sendinevndin legði tilráðing um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi fram.
Við hesi tilráðing verður heitt á stjórnirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum um at lýsa hesi viðurskifti nærri. Tað inniber eina nágreining av trygdar- og verjupolitisku støðuni hjá londunum í útnorði,
eins og hvussu hesi londini kunnu samstarva á hesum økinum. Uppskotið varð einmælt samtykt.
Geopolitiska støðan í heiminum setir sín dám á arbeiðið í Útnorðurráðnum. Ráðið hevur eygleiðarastøðu í Arktiska ráðnum og roynir at luttaka á øllum teimum pallum, sum hava við altjóða viðurskifti at gera.
Á fundinum varð eisini ein nýggj strategi fyri altjóða samstarv samtykt. Endamálið er at gera Útnorðurráðið til ein viðurkendan millumtingafelagsskap og samstarvsfelaga í Norðuratlantshavi, Norðurlondum og Arktis.