Føroysku kvinnur mistu sigurin í seinna hálvleiki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Venjingarlandsdystur í kvinnuhondbólti í Klaksvík
Føroyar – Svøríki B 27-28 (15-12)

Føroyar taptu fyrra vinardystin móti B-landsliðnum hjá Svøríki í Føroyum hetta vikuskiftið. Úrslitið gjørdist 28-27 til Svøríki, eftir at Føroyar høvdu verið frammanfyri 15-12 í hálvleikinum.

Føroyar komu skjótt fram um í dystunum, og hildu seg framman fyri allan fyrra hálvleik og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.

Tað eydnaðis væl við kvika spælinum at koma í gjøgnum svensku verjuna og føroysku málini komu frá fleiri leikarum.

Í seinni hálvleiki eydnaðist svensku verjuni at steðga kvika føroyska spælinum, og Svøríki át seg inn á Føroyar, og fór eisini fram um.

Endin var, at Svøríki vann dystin 28-27 frammanfyri teimum 500 áskoðarunum, sum vóru komnir til kvinnulandsdyst í Klakvík.

Dystartøl á Handballstatz

Føroyskir málskjúttar og leikarar:

Brynhild Pálsdóttir 4
Jana Mittún 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 (2)
Lukka Arge 4 (3)
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Turið Arge Samuelsen 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjarta Johansen 1
Annika Fríðheim Petersen (málverji) 1
Elsa Egholm
Marita Mortensen
Rannvá Olsen
Brynja Høj
Lív Zachariasen
Karina Heinesen
Rakul Wardum (málverji)

Mynd: Andrei Antal / HSF