,

Føroysku kvinnurnar ímóti fremsta liðnum í Silvurliguni fríggjakvøldið

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eitt stig er nóg mikið fyri Finnland, ið er oddalið í bólkinum, sum so skal møta Portugal í tveimum finaludystum, har vinnarin fær 40.000 evrur – umleið 300.000 krónur fyri ómakin. Haraftrat flytur vinnarin upp í Gullliguna.

Finnland hevur vunnið allar sínar fýra dystir í kappingini: 3-0 á Luksenborg og 3-1 á Portugal, Lettlandi og Ungarn.

Føroyar hava hinvegin tapt allar sínar fýra dystir 3-0 fyri Montenegro, Georgia, Luksemborg og Ungarn.

Týsdagin spældi Finnland venjingardyst ímóti Danmark í Brøndby, sum Finnland vann 3-2. Hetta var fyrsti landsdystur hjá Danmark í hálvtannað ár.

– Hóast Føroyar á heimsstyrkilistanum liggja omanfyri Danmark, skulu vit kortini ikki vænta, at Føroyar megna at hótta Finnland, eins og Danmark gjørdi, skrivar Flogbóltssambandið.

Føroyar hava tvær ferðir áður spælt ímóti Finnlandi; í Norðurlandameistarakappingini í Svøríki í 1986, har Føroyar taptu 15-9, 15-6 og 15-0 (tá var spælt eftir gomlu stigaskipanini, har lið bara fingu stig tá tey sjálv servaðu) og so aftur í Norðurlandameistarakappingini í Danmark í 2000, har Føroyar taptu 25-9, 25-9, og 25-8)

– Hóast hetta finska liðið er av teimum heilt sterku, so eru kortini ikki so nógvir royndar leikarar, og bara fýra hava spælt meira enn 25 landsdystir. Tann royndasta er hevarin Kaisa Alanko, sum hevur spælt 140 landsdystir fyri Finnland. Hon spælir yrkisflogbólt í USA. Hinar royndu eru miðblokkurin, Daniela Öhman, sum spælir í Kanada og hevur spælt 109 landsdystir, og Yasmine Madsen, ið til dagliga spælir í Kekkia og hevur spælt 71 landsdystir. Átta hava spælt færri enn 15 landsdystir, skrivar Flogbóltssambandið

Upprunaliga skuldu tríggir dystir spælast hetta umfarið í Føroyum, har eisini Bosnia-Hersegovina skuldi vera við, men stutt eftir, at kappingin varð skipað, tók Bosnia-Hersegovina seg úr kappingini aftur. Tí fingu Føroyar bert ein heimadyst í kappingini.

Silvurligan, kvinnur:
Føroyar – Finnland
Fríggjakvøldið 7. juni kl. 19:00
Í Høllini á Hálsi