Filmurin Seinasta paradís á jørð eftir Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri norðurlendskan film yvirhøvur.
Filmurin varð frumsýndur í Gøteborg og er framleiddur av Jón Hammer. Handritið skrivaðu Tommy Oksen, Mads Stegger og Sakaris Stórá.
– Tað er ein ómetaliga stórur heiður, sigur leikstjórin. Hann heldur, at filmurin talar til hjørtuni á fólki tvørtur um málsligu mørkini.
Marjun Niclasen í Filmshúsinum sigur, at hetta er úrslit av nærlagni og hørðum arbeiði, og at samframleiðslur við onnur lond gagna føroysku filmsvinnuni.

.
