Í dag er forsetaval USA, og fólki í USA skal gera av um republikanarin, Donald Trump, ella demokraturin, Kamala Harris, verður 47. forseti Í USA.
Fyrstu valhølini eru lótu upp longu longu tíðliga í morgun okkara tíð, og endaliga úrslitið verður greitt fyrr enn einaferð í nátt okkara tíð.
Veljarakanningarnar undan valinum vísa, at helst verður talan um eitt sera spennandi val, tí eingin greið ábending eru um, hvør ferð at vinnna. Mett verður, at teir sokallaðu svingstatirnir fara at avgera valið.
Valstríðið hevur verið sera hart, og millum annað skiftu demokratarnir valevni, eftir at sitandi forsetin, Joe Biden, var fyri stórum ágangi fyri at vera ov gamal at verða endurvaldur. Í staðin gjørdist Kamala Haris, varaforseti, nýtt forsetavalevni.
Eisini hava tvær skotatsóknir verið móti Donald Trump. Í tí fyrru var hann undir miklum rumbli raktur í oyra á valfundi í Pennsylvania.
Nú er so dagurin komin, tá ið amerikanarar velja nýggjan forseta.