Forsetin í Rumenia bjóðar seg fram sum nýggjan aðalskrivara í Nato

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Eg havi avgjørt at søkja starvið sum Nato-aðalskrivari. Eg eri sannførdur um, at vegna núverandi trygdarstøðu í heiminum, so er tað upp á tíðina, okkara land tekur størri ábyrgd innanfyri rammurnar fyri samstarvinum millum limalondini í norðuratlantisku verjusamgonguni (Nato, jour.), sigur rumenski forsetin, Klaus Iohannis, í samrøðu við tíðindaportalin, Politico.

Hann heldur, at Nato eisini hevur tørv á nýggjum framtíðarútlitum.

– Eysturevropa hevur eitt virðismikið íkast til kjakið og avgerðirnar í Nato, sigur hann.

Núverandi aðalskrivari í Nato, Jens Stoltenberg, fekk hetta starvið í 2014, og eftir ætlan skuldi hansara tíðarskeið sum aðalskrivari enda í oktober í ár, men í juli í ár varð hansara setan longd fyri fjórðu ferð vegna kríggið í Ukraina.

Tað verður roknað við, at nýggjur aðalskrivari í Nato verður kunngjørdur innan toppfundin í Washington í USA í juli mánaði í ár.