,

Fótbólts- og hondbóltsleikarin Lea Lisberg skurðviðgjørd fyri krossbandsskaða

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Evnaríka ítróttakvinnan Lea Lisberg hevur slitið krossbandið. Hon er nú skurðviðgjørd og fyri framman er eitt ára uppvenjing. Tað skrivar Víkingur á heimasíðu síni.

Lea Lisberg sigur, at skurðviðgerðin gekk væl. Meniskurin var tíbetur ikki farin, men tað styttir ikki um uppvenjingartíðina, sum væntandi er eitt ár. Eg ætli mær at vera 100 prosent klár til kappingarbyrjan 2026, so nú er ikki annað at gera enn at arbeiða hart og vera tolin.

22 ára gamla Lea Lisberg telist millum tey heilt fáu ítróttafólkini í Føroyum, sum íðkar tvær ítróttagreina á hægsta stigi. Fótbólt í bestu deildini við Víkingi, og hondbólt í bestu deildini við EB.

Sambært FaroeSoccer hevur hon spælt 129 dystir og skorað 72 mál í bestu fótbóltsdeildini hjá kvinnum, teir flestu fyri EB/Streym/Skála, men í fjør skifti hon til Víking. Hon hevur eisini spælt 20 landsdystir og skorað eitt mál. Eisini hevur hon spælt eina rúgvu av ungdómslandsdystum.

Í hondbólti hevur Lea Lisberg meira ella minni verið partur av liðnum hjá EB, síðan Eiðiskvinnur komu í bestu deildini fyri nøkrum árum síðan. Hetta kappingarárið náddi hon sambært Handballstatz at spæla fimm dystir í bestu deildini og skora 20 mál, áðrenn hon sleit krossbandið. Eisini í hondbólti hevur hon spælt nógvar ungdómslandsdystir.