Saman við Jan Mølby spældi Michael Laudrup fyrsta landsdystin fyri Danmark ímóti Noreg tann 15. juni 1982. Danmark tapti 1-2, men Michael Laudrup fekk eitt byrjanarmál á 18 ára føðingardegnum. Hann gjørdist sostatt næstyngsti leikarin, sum spældi fyrsta landsdyst eftir Harald Nielsen. Undan Micahel hevði faðirin, Finn, spælt á landsliðnum og Michael spældi eisini saman við bróðrinum Brian.
Laudrup byrjaði sum 6 ára gamalur at spæla við Vanløse og spældi síðani ungdómsfótbólt fyri Brøndby og KB. Í vaksnamannafótbólti spældi hann við KB, Brøndby, SS Lazio, Juventus, FC Barcelona, Real Madrid, Vissel Kobe og Ajax Amsterdam.
Hann gjørdist meistari við Juventus (1986), Barcelona (1991-94), Real Madrid (1995) og í 1998 endaði hann fótbóltslívsleiðina við at vinna greipuna við Ajax Amsterdam. Harumframt vann hann HM fyri klubblið í 1985 og Europa Cup fyri meistaralið í 1992. Hann varð kosin besti danski leikari í 1982 og 1985, og ársins leikari í Spania í 1992 og 1993. Í 2000 varð hann kosin besti útlendski leikarin í Spania seinastu 25 árini framman fyri eitt nú Diego Maradona, Bernd Schuster og Gary Lineker. Í 2002 fylti Real Madrid 100 ár og La Marca valdi teir bestu leikararnir, sum høvdu umboðað Real Madrid og Laudrup fekk eitt frálíkt 12. pláss, hóast hann bert spældi 2 kappingarár við felagnum.
Michael Laudrup umboðaði Danmark á øllum landsliðunum. Í 1980 spældi hann á U17 landsliðnum saman við Odmari Færø, sum seinni umboðaði føroyska A-landsliðið.
Laudrup umboðaði Danmark frá 1982-98, men spældi ikki 2½ ár á landsliðnum, tí hann ikki vildi góðtaka verjukenda spælistílin hjá danska landsliðsvenjaranum, Richard Møller Nielsen. Ósemjan kostaði einar 30 landsdystir; kortini spældi Michael Laudrup 104 landsdystir og skoraði 37 mál. Harumframt luttók hann í 5 endaspælum við Danmark (EM ‘84, HM ‘86, EM ‘88, EM ‘96 og HM ‘98) og var liðskipari í 28 landsdystum. Samanlagt vann Michael 52 landsdystir, spældi 17 javnleikir og tapti 35 landsdystir.
Hann hevði framúrskarandi góðan fótbóltsførleika og var ongin ørn í luftspælinum, men kortini skoraði hann við høvdinum ímóti Bulgaria tann 8. juni 1984 (1-1 endaði dysturin).