Fótbóltsdómarin, Niklas á Líðarenda, andaðist í gjár eftir stutta sjúkralegu 69 ára gamal.
So seint sum í februar varð Niklas heiðraður á Ítróttafagnaðinum við heiðursskjali Poul E. Petersen fyri sítt stóra arbeiði í føroyskum ítrótti í ein mansaldur. Á myndini omanfyri fær hann handaðan heiðurin frá Elini Heðinsdóttir Joensen, forseta í ÍSF.
Niklas á Líðarenda hevði stóran leiklut í føroyskari fótbóltsdøming í meira enn 40 ár. Hann dømdi yvir 1.000 dystir og virkaði sum dómari, hjálpardómari, 4. dómari og eygleiðari. Sum dómaraeygleiðari fyri UEFA vitjaði hann 54 av 55 limalondum.
Hann gekk við lív og sál upp í at menna føroyska fótbóltsdøming, og hann var altíð klárur við góðum ráðum og stuðli til ungar dómarar.
Síðan Niklas gavst sum dómari, hevur hann virkað sum dómaramennari og dómarainstruktørur, og hevur hann fingið fleiri hundraðtals fólk at taka dómaraprógv í Føroyum. Eisini hevur hann ment dómarar á øllum stigum her á landi og uttan fyri landoddarnar.
Umframt hetta hevur Niklas sitið í dómaranevnd FSF’s, har hann eisini hevur flutt dómaragerningin í Føroyum fram á leið, og eisini var hann eitt skifti varðaforseti í FSF.
Hóast Niklas á Líðarenda táttaði í tey 70 árini, dømdi hann so seint sum í fjør eini 10 dystir.
Niklas var av Nesi á Tofum, men giftist til Norðragøtu við Sonju Gregersen. Tey eiga tvær døtur, Poulu og Barbaru og sonin Jan.