Fótbóltskvinnurnar mistu javnleikin móti Slovakia

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

UEFA Nations League, bólkur C1
Føroyar – Slovakia 1-2 (1-1)

Føroysku fótbóltskvinnurnar vóru undan dystinum ikki mettar at hava stórvegis møguleikar móti greiða oddaliðnum í bólkinum, Slovakia.

Slovakia var eisini spælstýrandi frá byrjan í dystinum. Tær bygdu spælið upp langt afturi á vøllinum, og royndu at fáa bóltarnar út á veingirnar og so inn fyri málið.

Ferðin í slovakiska álopinum var kortini ikki serliga stór, og Føroyar høvdu ikki stórvegis trupulleikar at verja fyri.

Føroyar royndu seg við kontraálopum, og uppskriftin var einføld. Langir bóltar bóru spældir fram í vinstru síðu, har Ásla Johannesen einsamøll bjóðaði av ella spældi eitt tvey við Heidi Sevdal.

Tá ið eitt korter var spælt, kom Slovakia í gjøgnum í vinstru síðu og legði bóltin inn fyri. Har eydnaðist Patriciu Hmirova at beina bóltin í málið upp á fyrsta veruliga málmøguleikan í dystinum.

Dystargongdin helt fram, men kortini komu Føroyar eitt sindur oftari fram á vøllin, og nakrar ferðir var bit í føroysku atsóknunum.

Soleiðis var eisini tíggju minuttir fyri hálvleik, tá ið Heidi Sevdal fyrst mundi fingið høvdið á eitt innlegg úr høgru síðu, og síðan hamraði besti føroyski leikarin, Ásla Johannesen, bóltin upp í málhornið til støðuna 1-1.

Leikgongdin helt fram í seinna hálvleiki. Men hóast Slovakia hevði bóltin nógv mest, so stóðu Føroyar framvegis væl í verjupartinum, og tað tað vóru Føroyar høvdu tað fyrsta vandamikla álopið eftir steðgin, har bólturin millum annað sá út til at taka í hondina á einum slovakiskum verjuleikara inn í brotsteiginum, men dómarin floytaði ikki.

Beint aftaná hevði Slovakia ein rimmar møguleika eftir innlegg úr høgru síðu. Men tíbetur eydnaðist akkurát ikki einum slovakiskum leikara at beina bóltin í málið við handaru stong.

Slovakia hevði eisini ein rimmar møguleika eftir eitt hornaspark í 70. minutti. Bólturin datt fyri føturnar á einum slovakiskum leikara, men tíbetur refleksbjargaði Óluva Allansdóttir Joensen meistarliga.

Tá ið umleið eitt korter var eftir av dystinum fór ein keðilig hendi fram. Sunniva Willemoes og Birita Ryan rendu høvdini saman eftir eitt hornaspark, og tíverri var Sunniva Willemoes liggandi í fleiri minuttir og fór av vøllinun á børu beint í sjúkrabilin. Birita Ryan varð eisini skift út í sama viðfangi.

Føroyar megnaðu ikki at fóta sær eftir útskiftingarnar, so hevði Slovakia skorað. Tær fingu heldur góðan frið at leggja bóltin inn fyri úr vinstru síðu, og har legði Ludmila Matavkova gestirnar fram um 2-1.

Tíggju minuttir vóru lagdir afturat vanligu leiktíðini, og Føroyar royndu at koma longri fram á vøllin, men tað eydnaðist ikki at hótta slovakiska málið. Hinvegin so hevði Slovakia nakrar góðar royndir, nú Føroyar fóru longri fram, og tvær ferðir raktu tær stongina.

Føroyar fingu tó eitt seinasta álop. Fyrst fingu vit ikki nokk burtur úr einari yvirtalsstøðu í skjótum mótálopi, og so var nokk so nær við at Durita Hummeland skoraði eftir hornaspark.

Føroyar taptu 2-1 fyri Slovakia. Avrikið var kortini upp á mangar mátar góðkent, og føroysku fótbóltskvinnurnar kunnu vera nøgdar við framgongdina, sum liðið hevur gjørt seinnu árini. Undirhaldsvirðið er í hvussu er farið nógv upp, og nú er stuttligt at vera á Tórsvølli, tá ið kvinnurnar spæla.