Í kvøld klokkan 18.00 spælir føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti á Tórsvølli seinasta dystin í bólki 1 í Nations League deild C móti Slovaka.
Slovakia er oddalið í bóltkinum við 15 stigum. Føroyar er nummar tvey við 10 stigum. Føroyar hava tryggja sær annað plássið í bólkinum.
Slovaka hevur verið nógv tað besta liðið í bólkinum, og tí verður tað ein ógvuliga trupul dystur hjá føroysku kvinnunum í kvøld. Umvenda dystin niðri í Slovakia taptu Føroyar 3-0.
Støðan í Nations League bólki C1
D | V | J | T | M+ | M- | +/- | Stig | |
Slovakia | 5 | 5 | 0 | 0 | 25 | 0 | 25 | 15 |
Føroyar | 5 | 3 | 1 | 1 | 9 | 4 | 5 | 10 |
Moldova | 5 | 1 | 1 | 3 | 2 | 6 | -4 | 4 |
Gibraltar | 5 | 0 | 0 | 5 | 0 | 26 | -26 | 0 |