,

Fótbóltsleikarar ikki so býttir, sum hildið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ofta hevur verið sagt, at fótbóltsleikarar eru býttari enn onnur fólk. Men ein nýggj kanning vísir nakað heilt annað, og niðurstøðan í kanningini er, at yrkisfótbóltsleikar hava betri evnir at hugsa og læra enn vanlig fólk.

Teir hava eisini eyðsýnd persónseyðkenni sum høgt samvitskustig, eru virknir og opnir fyri nýggjum upplivingum.

Kanningin, sum er almannakungjørd í tíðarritinum PNAS, greinaði 204 yrkisleikarar úr bestu deildunum í Brasil og Svøríki, umframt 124 kontrolpersónar. Úrslitini vístu, at yrkisfótbóltsleikarar sum heild avrikaðu betri á økjum sum at broyta hugsanarhátt, at leggja til rættis og arbeiðsminni var eisini betri.

Granskingin, sum var eitt samstarv millum lærdu háskúlarnar í Oxford, Aarhus, Bologna, CQUniversity Australia, Rio de Janeiro State University og Karolinska Institutet, avdúkaðu eisini at yrkisfótbóltsleikarar hava eina sermerkta persónsmensku.

Høvuðsrithøvundurin, Dr. Leonardo Bonetti frá University of Oxford, leggur dent á týdningin av evnunum at hugsa fyri at klára seg væl í fótbólti, og at granskingin gevur virðismikið innlit í sálarfrøðiligar og fatanarligar greiningar hjá bestu ítróttafólkunum.